Claus vísir Port Vale aftur

Honum stóð í boði at spæla ókeypis, men tað gongur hann ikki vil til.

- Vit harmast støðuna, men hann umhugsar nú onnur tilboð. Vit kunnu ikki gera annað enn at ynskja honum góða eydnu, sigur Micky Adams, venjari hjá Port Vale, við Team Talk.

Fyrrverandi føroyski landsliðsleikarin leikti í alt fimm dystir við felagnum. Tað var í roynd at prógva sítt virði, men hesum vil hann ikki halda fram við uttan samsýning.