TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Claus Rasmussen, viðmerkjara hjá Rás2 taka samanum fyrru FM-finaluna hjá kvinnum, sum Neistin vann 25-17 (12-7) á Kyndli.
Hjá Claus Rasmussen er eingin ivi um, at Kyndil hevur meiri at rætta uppá tað, bæði í verjupartinum, og í tí framrættaða partinum. Claus Rasmussen er ikki í iva um, at Kyndil tekur sær um reiggj, og hann væntar eina meiri javna og spennandi FM finalu leygardagin, tá Neistin hevur heimadyst.










