Sáttmálin hjá fyrrverandi føroyska landsliðsspælaranum Claus Bech Jørgensen við enska felagið Blackpool gongur út í summar. Claus Bech Jørgensen var millum stuðulsspælararnar á liðnum hjá Blackpool, sum megnaði at varðveita plássið í næstbestu ensku fótbóltsdeildini farna kappingarár.
Tí er hann vónbrotin av, at Blackpool nú bert vil gera ein 1-ára sáttmála við hann.
- Eg eri vónbrotin av, at eg ikki havi fingið tilboð um longri sáttmála. Eg hevði mítt besta kappingarár nakrantíð í fjør, og eg spældi 30 dystir á rað fyri liðið, men nú mugu vit síggja, hvat fer at henda, sigur 32 ára gamli Claus Bech Jørgensen við Daglbadet Holstebro-Struer.
Hann sigur seg verða sinnaðan at fara aftur til Danmarkar at spæla. Áðrenn hann fór til Onglands at spæla, spældi Claus Bech Jørgensen við AC Horsens.