Um vikuskiftið spældu liðini í lægru deildunum í Onglandi dystir í steypakappingini. Blackpool, har Claus Bech Jørgensen, er ein av spælarunum, var á útivølli ímóti Milton Keynes Dons, har Christian Høgni Jacobsen og Gunnar Nielsen vóru og royndarvandu herfyri. Blackpool vann dystin 2-0, og Claus Bech Jørgensen spældi við allar 90 minuttirnar. Í triðja umfari av FA Cup skal Blackpool spæla ímóti Aldershot ella Basingstoke.










