Claus tapti grannadyst

Blackpool spældi um vikuskiftið grannadyst ímóti Preston, og tað endaði við tapi hjá Blackpool. Úrslitið av dystinum gjørdist 3-1 til gestirnar úr Preston. Claus Bech Jørgensen spældi við á liðnum hjá Blackpool allar 90 minuttirnar. Blackpool byrjaði væl og legði seg á odda 1-0 eftir 10 minuttir. Í seinna hálvleiki skoraði Preston trý mál og vann dystin ruddiliga.