Claus spældi heilan dyst

Enska 1. Deildarfelagið Blackpool spældi leygardagin ímóti Scunthorpe, og hesaferð var fyrrverandi føroyski landsliðsspælarin Claus Bech Jørgensen á vøllinum frá byrjan. Claus hevur sitið nógv uttanfyri, men nú vóru aftur boð eftir honum, og hann spældi allan dystin. Claus hevði eina góða roynd í seinna hálvleiki, sum var um at geva mál. Eitt mál kom í dystinum, og tað fekk Blackpool eftir hornaspark, tá ið tað restaði stívliga eitt korter.