Blackpool vann seinasta dystin í næstbestu ensku fótbóltsdeildini leygardagin. Blackpool spældi á útivølli ímóti Swansea og vann 1-0. Claus Bech Jørgensen spældi við seinastu fimm minuttirnar av dystinum. Blackpool endaði kappingina sum nummar 16 av 24 liðum í deildini. Blackpool fekk 56 stig fyri teir 46 dystirnar.