Claus skal venja strandingar

Tað verður Claus Rasmussen, sum tvey tey seinastu árini hevur vant Neistan, ið skal venja steypavinnararnar úr StÍF komandi kappingarár. Og tað er væl hugsandi, at onkur rumeni afturat kemur á liðið

Hondbóltur

Sáttmálin millum partarnar varð undirskrivaður í kvøld, og formaðurin hjá StÍF fegnast um, at felagið longu nú er til reiðar til komandi kappingarár.
- Claus kemur fyrst og fremst at venja Atlantic Airways hópin hjá okkum. Hartil fer hann eisini at hava ábyrgdina av 1. deild, eins og vit rokna við, at hann fer at taka lut í menningini av unglingaspælarunum í felagnum, sigur Andras.
StÍF hevur seinnu árini verið eitt tað mest sigursvanda mansliðið í landinum. Ikki minst í steypakappingini, har teir hava verið partur av sjey av teimum níggju seinastu finalunum. Og fýra tey seinastu árini hevur steypið havt fastan bústað í StÍF-hølunum.

Spennandi hópur
Endalig avgerð um setanina varð ikki tikin, fyrr enn á sjálvum fundinum. Men spælararnir góvu greitt til kennar, at teir vóru væl nøgdir um ætlanina við Claus Ramsussen, og so varð avtalan undirskrivað.
Og tað tykist heldur ikki ivi um, at Claus sjálvur eisini er spentur upp á nýggju avbjóðingina.
- Hetta er ein spennandi avbjóðing. StÍF hevur ein góðan og spennandi hóp, sigur Claus.
- Eg ætli mær heilt vist, at teir ungu skulu sleppa at venja við 1. deild. Um teir arbeiða miðvíst, skulu teir eisini fáa kjansin á besta liðnum, sigur Claus.
Hópurin er ikki heilt komið uppá pláss enn, men sum tað ljóðar, so verða tað ikki nógvir leikarar, sum koma afturat.
- Vit fáa møguliga ein leikara afturat úr Rumenia, um Marian finnur onkran góðan, sigur Claus Rasmussen at enda.