Útiseti
Talan gjørdist um eitt hendingaríkt ár hjá Claus Bech Jørgensen í fjør.
Ikki minst, tí hann í heyst brádliga fekk møguleika fyri altjóða fótbólti. Ikki tí. Við føroyskum ættarbondum á móðursíðuni hevði hesin møguleikin leingi verið til staðar, men av fyrstan tíð hevði hann lítlan hug at royna seg á føroyska landsliðnum. Dreymurin var framvegis at sleppa upp í part á danska fótbóltslandsliðnum, og tað var eisini hesin dreymurin, sum á sinni rak norðurjútlendingin úr tryggu rammunum í lítla Humlum til Ongland, har hann sjálvur royndi at fáa í lag royndarvenjingar.
Tað endaði tá við, at hann fekk sáttmála við Bournemouth, og síðani tá hevur Ongland verið bústaðurin hjá Claus. Eftir nøkur ár í Bournemouth varð hann keyptur til Bradford, sum tá júst var flutt úr bestu ensku røðini, men her slerdi hann ongantíð av álvara til.
Hann skifti fyri hálvum øðrum ári síðani til Coventry, men heldur ikki her tóktist ganga eftir vild. Fyrrverandi stórleikarin, Gary McAllister, tóktist ikki geva hálva føroyinginum stórvegis ans, og ístaðin gjørdist talan um leigusáttmála við Bournemouth.
Treiski jútlendingurin vildi tó ikki gevast á hondum. Til kappingarbyrjan í ár var hann aftur í Coventry, og nú tykist ganga betri. Eisini hóast skaðin, sum hann fekk í dystinum móti Cypros helt honum burtur frá fótbóltinum eina tíð.
Seinastu vikurnar hevur Claus Bech Jørgensen at kalla verið fastur maður á liðnum, sum nú er undir leiðslu av Micky Adams Hesa tíðina hevur tað eisini eydnast at lyfta se upp um niðurflytingarstrikuna, soleiðis at teir við evstamark hjá hesum blaðnum eru tvey stig omanfyri Gillingham á 22 plássinum.
Tá vóru tó framvegis níggju dystir eftir at spæla, so tað er so langt ífrá sloppið hjá Claus og teimum enn.
Men við nøvnum sum Ian Bennet, Richard Shaw, Marcus Hall, Stephen Hughes, Tim Sherwood, Stern John og sjálvandi Claus Bech Jørgensen, so átti góðskan á liðnum verið ov góð til ein niðurflytingarsess.