Claus Bech Jørgensen var í høvuðsleiklutinum, tá Coventry leygardagin vann sín fyrsta sigur á árinum.
Talan var enntá um dyst móti oddaliðnum, Quens Park Rangers, og á spildurnýggja leikvøllinum megnaði Claus Bech Jørgensen at skriva seg í søgubøkurnar, tá hann gjørdist fyrsti spælarin, sum hevur skotið mál á Rioch-arenuni, sum hevur kostað nærum hálva aðru milliard at byggja.
Málið, sum føroyski landsliðsspælarin setti inn við høvdinum, gav av álvara frið yvir spælið hjá Coventry, og so var tað ilt at síggja, hvør parturin var odda- og botnlið.
Dele Adebola skeyt tey bæði seinastu málini, sum altso góvu Coventry fyrsta sigurin á árinum, og sum eisini lyftu liðið upp um niðurflytingarstrikuna.