Claus Rasmussen væntar ein spennandi mansdyst á Skála

Seinnapartin kom landsliðsvenjarin hjá kvinnulandsliðnum í hondbólti, Claus Rasmussen kom við sínum metingum á Rás2.

 

Í fremstu kvinnudeildini letur Claus Rasmussen ongan iva verða um, at neistakvinnur eru favorittar ímoti StÍF í høllini á Skála, men hava StÌF og Rebekka Justinussen ein góðan dag, so kunnu tær geva Neistanum ein skarpan gang. Hin dysturin er millum VÍF/Tjaldur og VB. Claus væntar ein meiri spennandi dyst enn seinast liðini møttust fyri stuttum. Tá vann VIF/Tjaldur 28-16.

 

Í fremstu mansdeildini hevur Claus H71, sum ein rættiliga stóran favoritt á heimavølli ímóti Team Klaksvík. Hann hevur StÍF, sum ein minni á heimavølli ímóti Neistanum.

 

Tað ber til at hoyra metingarnar hjá Claus Rasmussen í ljóðbrotinum undir greinini her.