Claus Rasmussen skal venja á Argjum

Hondbóltsfelagið ÍA á Argjum hevur sett Claus Rasmussen sum høvuðsungdómsvenjara

ÍA, sum er hondbóltsfelag á Argjum, fer í kvøld at boða frá, at felagið hevur sett Claus Rasmusen sum ungdómsvenjara fyri kappingarárið 2015/16. Hetta á kunnandi fundi fyri limir og foreldur at limum í felagnum.

 

Claus hevur drúgvar royndir sum hondbóltsvenjari í bæði Danmark og Føroyum, og hann hevur sera gott orð á sær sum hondbóltsmennari.

 

Starvssetanin inniber, at Claus fer at hava nøkur lið fast, umframt at hann fer at vegleiða aðrar venjarar í felagnum.

 

- Vit hava lagt dent á, at væl skikkaðir venjarar eru til øll lið felagsins, soleiðis at lunnar verða lagdir undir framhaldandi menning av felagnum, sigur leiðslan í felagnum.

 

ÍA, sum nú hevur fimm ár á baki, hevur í ár lið í øllum yngru deildum hjá dreinjgum, umframt at felagið eisini hevur fleiri gentulið.