Claus Rasmussen givin í Team Klaksvík

Liðið, sum í fjør tók nógv á bóli, skal hava nýggjan venjara. Claus Rasmussen er nevniliga ikki longur venjari hjá Team Klaksvík. Hann og leiðslan í felagnum eru í sátt og semju komin ásamt um at steðga samstarvinum.

 

Fíggjarliga orkan hjá Team Klaksvík loyvir ikki samstarvinum at halda áfram. Claus Rasmussen fegnast tó um tíðina hjá Team Klaksvík, sum í farna kappingarári endaði á 5. plássi.

 

- Lat meg siga beinanvegin, at mær hevur dámað ótrúliga væl at vant Team Klaksvík. Tað hevur verið stuttligt og spennandi, og spælararnir hava verið ótrúliga góðir at fingist við og harvið leiðslan í felagnum. Trupulleikin hjá okkum var, at vit høvdu ov fáar spælarar til at taka av, og so fór annar útlendingurin eisini heim í februar mánað. Haldi, at vit kunnu vera stoltir av kappingarárinum, tí vit vunnu jú øll liðini uttan KÍF, og tvey lið vóru niðanfyri okkum við kappingarenda, sigur Claus Rasmussen við hvannrok.fo, sum ber hesi tíðindini.

 

Tað er framvegis ikki greitt, hvør verður nýggjur venjari hjá Team Klaksvík.