Claus Rasmussen gevst

Claus Rasmussen boðar í dag frá, at hann gevst sum venjari hjá StÍF eftir hetta kappingarárið

Hondbóltur

 

Heimasíðan hjá StÍF skrivar í dag, at danin Claus Rasmussen ikki ynskir at halda fram í venjarastarvinum eftir hetta kappingarárið. Orsøkin er fyrst og fremst, at hann ætlar at nýta meira tíð til familjuna.

- Hann lat samstundis eina hurð standa á glopp fyri, at hann møguliga kundi venda aftur til StÍF einaferð í framtíðini, skrivar heimasíðan.

Í StÍF hava tey verið væl nøgd við avrikini hjá Claus Rasmussen. Hann varð settur sum venjari undan farna kappingarári.