Tað var als ikki uppiborið, at Yeovil fekk eitt stig burtur úr dystinum móti Blackpool í triðbestu ensku fótbóltsdeildini leygardagin. Blackpool, har Claus Bech Jørgensen, er ein av spælarunum, spældi á heimavølli og var greitt tað betra liðið í dystinum. Teir løgdu seg eisini á odda 1-0, tá ið ein slakur tími varð spældur, og málskjútti var Scott Vernon. Fýra minuttir fyri tíð javnaði Yeovil til endaliga úrslitið 1-1. Blackpool hevur 15 stig og liggur í løtuni sum nummar 20 av 24 liðum í síni deild.
Lýsingagrein