Mikukvøldið lætti Coventry sær eitt sindur burtur frá niðurflytingar strikuni í næstbestu deildini í Englandi. Á heimavøllli vann Coventry 2-0 móti gamla stórfelagnum Nottingham Forest. Fyrra málið var brotsspark í 21. minutti, og dygst undan steðginum økti Coventry til 2-0.
Venjarin hjá føroyska landsliðsspælaranum hevði mikukvøldið einki pláss til Claus Bech Jørgensen. Hvørki millum teir fyrstu ellivu ella á beinkinum.
Nú tað resta seks umfør í næstbestu deildini stendur tað illa til hjá Nottingham Forest. Gamla stórfelagið vann meistaraskapin í 1978, og í 1979 og í 1980 vunnu teir europeisku meistarakappingina. Nú eru teir næstaftastir í næstbestu deildini, og tað skal nógv vinnast innaftur, um teimum skal eydnast at sleppa undan niðurflyting.