Claus og teir fingu javnleik

Leygardagin spældi Blackpool dyst í sigursvandu FA Cup steypakappingini.

Dysturin var á heimavølli ímóti Norwich, og dysturin endaði við javnleiki. Norwich legði seg á odda beint fyri hálvleikssteðgin, men átta minuttir eftir steðgin javnaði Blackpool. Claus Bech Jørgensen var á beinkinum hjá Blackpool til beint undan dystarloki, tá ið hann varð settur inn. Blackpool og Norwich skulu spæla umdyst tann 13. februar, og tá hevur Norwich heimavøll.