Claus og Blackpool spældu javnt

Claus Bech Jørgensen byrjaði dystin á beinkinum fyri Blackpool, tá teir í gjár tóku ímóti Bristol City. Liðið hjá fyrrverandi føroyska landsliðsleikaranum fekk eina góða byrjan upp á kappingina síðsta vikuskiftið, tá teir vunnu sín fyrsta dyst, og hesum góðu taktum skuldu teir royna at halda fast um.

 

Tá liðið fóru til hálvleiks stóð enn á jøvnum 0-0, men Blackpool hevði verið betra liðið. Og seinni hálvleikur var bert sjey minuttir gamal, tá Andy Morrell legði Blackpool á odda.

 

Í 75. minuttir megnaðu gestirnir tó at javna við máli frá Murray, og 1-1 gjørdist eisini endaliga úrslitið. Í enskum fjølmiðlum verður sagt, at Blackpool helst hevði uppiborið sigurin, tí teir vóru væl betri enn gestirnir.

 

Claus Bech Jørgensen kom á vøllin beint eftir útjavnandi málið og spældi tí síðsta korterið fyri Blackpool.