Claus mátti lúta

Eitt mál kom í dystinum millum Blackpool og Ipswich í næstbestu ensku fótbóltsdeildini um vikuskiftið. Málið fekk Ipswich, og harvið máttu Claus Bech Jørgensen og liðfelagarnar taka til takkar við ongum stigi. Claus Bech Jørgensen byrjaði á liðnum hjá Blackpool, men hann varð skiftur út eftir 66 minuttir. Blackpool er nummar 15 av 24 liðum í deildini.