Enn hevur tað ikki borið til hjá Claus Bech Jørgensen at finna sær nýtt felag, eftir at hann sleit sáttmálan við Fleetwood Town í fimtu-bestu ensku røðini. Men tað merkir ikki, at 33 ára gamli spælarin hevur slept fónini. – Tað er frustrerandi hjá mær. Eg veit, at eg framveigs havi tað í mær, sum krevst, men tað er trupult at finna eitt nýtt felag, tá tú fyrst hevur havt ein steðg sigur Claus Bech Jørgensen við Sunday Mercury. Fyrrverandi føroyski landsliðsspælarin vónar, at hann kann finna sær eitt felag í næst- ella triðu bestu ensku deildini.










