Claus kláraði ikki at koppa Premier League-stjørnunum

Coventry-venjarin setti Claus Bech Jørgensen á vøllin í hálvleikinum í steypadystinum ímóti Middlesbrough, men hann og liðfelagarnir kláraðu ikki at javna leiðsluna hjá Middlesbrough

Mikukvøldið dystaðist føroyski landsliðsspælarin Claus Bech Jørgensen ímóti Premier League-stjørnunum í Middlesbrough.
Coventry, sum spælir í næstbestu ensku deildini, spældi ímóti Middlesbrough í steypakappingini, og dysturin endaði við 1-0 sigri til Middlesbrough. Hetta var ein umdystur á heimavøllinum hjá Middlesbrough, tí fyrri dysturin millum feløgini, ið var á heimavølli hjá Coventry, endaði við javnleiki.
Claus Bech Jørgensen var á beinkinum hjá Coventry frá byrjan, men eftir at Jimmy Floyd Hasselbaink hevði lagt Middlesbrough á odda í fyrra hálvleiki, vildi venjarin hjá Coventry hava eitt meira álopssinnað lið á vøllin eftir steðgin.
Hetta hevði við sær, at Claus Bech Jørgensen varð settur inn frá fyrsta bríksli í seinna hálvleiki.

Einki mál afturat
Men hóast Coventry royndi at leggja alt meira fyri fram eftir vøllinum, eydnaðist teimum ikki at fáa útjavnandi málið. Einki mál kom afturat í hesum dystinum, og tí er Coventry úti av ensku FA Cup.
Stóra stjørnan há Coventry seinastu vikurnar, 39 ára gamli Dennis Wise, var ikki við í hesum dystinum, Venjarin hevði valt at spara tey gomlu beinini, eftir ein strævnan dyst um vikuskiftið.
Møguleiki skuldi verið fyri, at Claus Bech Jørgensen sleppur at spæla við í næsta dystinum, tí spælarin, sum hann avloysti á miðvøllinum, hevur leikbann í næsta dystinum.