Um tvær vikur mikudagin 17. august verður HM undankappingardystur á heimavølli. Tá fara Føroyar at fáa vitjan av Kypros. Ítróttarliga tykist talan fara at verða um mest tøttu og harvið spennandi avbjóðingina, sum tað er møguleiki fyri í hesari undankappingini.
Uppgerðin verður á Svangaskarði. Takið hjá føroyska liðnum verður at fáa eitt uppaftur betri úrslit, enn tað var, tá ið Føroyar í oktober megnaðu 2-2 á Kypros.
Føroysku málini á Kypros skoraðu Claus Bech Jørgensen og Rógvi Jacobsen ella tveir av útisetunum.
Í gjár varð nevnt, at Rógvi Jacobsen og KR hava skift venjara. Tað hevur ikki gingið væl hjá KR, og hóast Rógvi hevur talst millum teir bestu, so hevur hann ikki havt sama eyðsýnda leiklutin í Íslandi, sum hann í fleiri ár hevur havt í føroyskum fótbólti. Men eingin ivi er um, at landsliðsvenjarin fer at senda boð eftir Rógva, og at hann er upplagdur møguleiki millum teir fyrstu ellivu.
Sami arbeiðsgevari
Tá ið Claus Bech Jørgensen fyrr í summar var í Føroyum og spældi landsdyst ímóti Írlandi, var tað ikki greitt, hvar hann skuldi spæla fótbólt eftir summarsteðgin. Claus hevði tá tilboð frá feløgum í donsku superliguni umframt at Coventry, sum hann hevur spælt fyri tvey tey seinastu árini, vildi hava hann at halda fram í felagnum.
Tá ið hann var í Føroyum og spældi móti Írlandi, lá tað í luftini, at hann eisini næsta ár skuldi spæla í Coventry, og nú hevur 29 ára gamli Claus Bech Jørgensen gjørt av, at hann eisini næsta árið skal spæla í Coventry. Sáttmálin varð undirskrivaður fyri fýra vikum síðani.
- Umstøðurnar broyttust heilt í felagnum, tá ið Mickey Adams í vetur loysti Peter Reid av sum venjari. Eg kenni tað soleiðis, at hann hevur álit á mær. Eg var við í flestu dystunum, eftir at hann var komin í felagið, og í fyrireikingardystunum til nýggja kappingarárið havi eg eisini fingið nógva spælitíð, sigur Claus Bech Jørgensen.
Mickey Adams hevur rættuliga ruddað í spælarahópinum. Sáttmálaskeiðið hjá nógvum spælarum var runnið í summar. Umframt Claus Bech Jørgensen hava toppskjúttin Andrew Morrell, álopsspælararnir Gary McSheffrey, Trevor Benjamin og Dele Adebola, miðvallarin Stephen Hughes og verjuspælarin Richard Shaw skrivað undir nýggjar sáttmálar
Harafturímóti hevur venjarin ikki viljað longt samstarvið við veteranarnar Tim Sherwood og Steve Staunton, sum báðir áður hava verið á eingilska landsliðnum, og sum báðir síðsta kappingarár vóru nógv skaðaplágaðir.
Millum nýggju spælararnar í Coventry eru málverjin Clayton Ince, sum er keyptur úr Crewe, og álopsspælarin James Scowcroft, sum er keyptur úr Leicester. Fyri einari viku síðani boðaði hjálparvenjarin, fyrrverandi stórspælarin Adrian Heath, frá, at hann fór úr felagnum og til Derby County. Í gjár varð sagt, at hjálparvenjarin hevur iðrað seg um ta avgerðina, og nú heldur hann fram í Coventry, har hann er í høgum metum.
Málið hjá Coventry er at halda seg uppi í miðjuni í næstbestu deildini. Fyrsti landskappingardysturin verður nú leygardagin á útivølli móti Norwich.
- Eg gleði meg at fara undir nýggja kappingarárið. Tað er upp til mín sjálvan at gera av, um eg skal verða longri enn eitt ár afturat í felagnum. Í nýggja sáttmálanum stendur, at um eg spæli í minsta lagið helmingin av dystunum næsta ár, so skal sáttmálin leingjast við einum ári afturat, sigur Claus Bech Jørgensen, sum um tvær vikur aftur verður at síggja á landsliðnum móti Kypros.
Tá ið hann síðst spældi móti Kypros gekk tað bæði væl og minni væl. Í 1. hálvleiki var hann sera væl upplagdur, og hann skoraði eitt fínt mál við høvdinum. Eftir steðgin kom hann ikki á vøllin aftur. Hann hevði brotið óstbeinið, og tað helt honum burtur frá besta liðnum, inntil Mickey Adams um ársskiftið gjørdist venjari í Coventry. Síðani hevur tað gingið sum eftir ánni hjá Claus, og tað eigur at fara at koma føroyska landsliðnum til góða.