ÚTISETAFELAG
Um tað fer at bera nakran glotta fyri føroyska landsliðsspælaran í felagnum, Claus Bech Jørgensen, við sær, er óvist. Men tað er ein veruleiki, at Coventry í fyrradagin skifti venjara. Peter Reid og vit eru samdir um, at vit skulu ikki halda fram við samstarvinum, varð sagt í tíðindaskrivinum, sum varð almanna kunngjørt. Soleiðis plagar tað at verða sagt, tá ið ein venjari, sum felagið innast inni heldur av, skal hava sekkin, tí naggatódn er komin í. Coventry er fjórði aftast í næstbestu eingilsku deildini.
Enn er eingin avgerð tikin um, hvør nú skal eiga ábyrgdina. Fyribils skal vinmaðurin hjá Peter Reid seinastu tjúgu árini og hjálparvenjarin hjá honum í Coventry, Adrian Heath, hava ábyrgdina. Tað skal hann hava seinnapartin í dag, tá ið Coventry í triðja umfarinum í FA Cup skal spæla móti Crewe.
Tað hevur ikki hilnast nakað serligt hjá Peter Reid, síðani hann kom til Coventry. Teir hava spælt 31 dystir. Tíggju ferðir hava teir vunnið, átta ferðir hevur verið javnleikur, og trettan ferðir hevur Coventry einki fingið burturúr. Síðani hann fyri hálvum øðrum ári síðani flutti til Coventry, heldur Claus Bech Jørgensen seg ikki hava fingið rættuligar møguleikar at vísa, hvør dugur er í honum. Tí hevur Claus gjørt upp við seg sjálvan, at hann skal flyta til annað felag nú beinanvegin og í seinasta lagið í summar, tá ið sáttmálaskeiðið hjá honum í Coventry verður liðugt. Um tað fer at bera nakrar broytingar við sær fyri Claus, at venjarin nú er farin úr Coventry, veit søgan einki at siga um enn.