Fótbóltur
Nú er tað endaliga váttað, at Coventry-spælarin og hálvi føroyingurin, Claus Bech Jørgensen, er nýggi maðurin á føroyska fótbóltslandsliðnum.
Hann er tikin út, eftir at Todi Jónsson hevur givið avboð vegna skaða.
? Eg vónaði leingi, at eg kundi fáa møguleikan á danska landsliðnum, men tann møguleikin kom ongantíð, og nú verður tað neyvan. Tí eri eg sera fegin um, at føroyingar hava víst áhuga fyri at brúka meg, sigur Claus Bech Jørgensen.
? Nú gleði eg meg sum eitt barn til at spæla á landsliðnum, og eg vóni, at tað fer at gangast væl.
Eigur met í Onglandi
Claus Bech Jørgensen spældi í eina tíð á liði saman við Johan Byrial Hansen í AC Horsens, men hann hevur seinastu árini roynt seg í enskum fótbólti.
Hann hevur spælt fyri Bournemouth, Bradford og nú Coventry, sum spælir í næstbestu ensku deildini.
Vanliga spælir Claus Bech Jørgensen á miðvøllinum, og verður hann lýstur sum ein kvikur og driblisterkur leikari við góðum máltevi.
Hetta tevið hevur eisini av og á havt við sær, at venjararnir hava nýtt hann í álopspartinum, og eitt nú hevur hann eitt met í bretskum fótbólti. Hetta stavar frá tíð hansara í Bradford, har hann eitt skifti skoraði í sjey útidystum á rað, og tað hevur eingin annar leikari i enskum fótbólti megnað.