Claus Bech Jørgensen takkar í dag fyri seg á føroyska fótbóltslandsliðnum.
Miðvallarspælarin, sum í sjey ár hevur verið yrkisspælari í Onglandi, hevur mist hugin at spæla á landsliðnum, og tí hevur hann í morgun boðað frá, at hann gevst á landsliðnum.
- Soleiðis sum forholdið millum meg og landsliðsvenjaran er blivið, er tað best, at eg haldi meg burtur, sigur Claus Bech Jørgensen.
- Eg hevði ikki droymt um, at eg skuldi fara at siga nei til at spæla á einum landsliði, men eftir at hava hugsað meg væl um, eri eg sannførdur um, at hetta er rætta avgerðin. Eg havi mist gleðina at spæla á landsliðnum, sigur hann.
Avsettur
Claus Bech Jørgensen, sum seinastu sjey árini hevur spælt yrkisfótbólt í Onglandi, hevur spælt 10 landsdystir fyri Føroyar. Hann hevur mammu úr Føroyum, og síðani hann kom á landsliðið í 2004, hevur hann verið roknaður sum ein av føstu spælarunum.
Í dystinum ímóti Georgia á Svangaskarði fyri sløkum trimum vikum síðani, varð hann skiftur út í hálvleikinum, og hann var als ikki á vøllinum, tá ið Føroyar spældu ímóti Skotlandi leygardagin.
- Eg havi spurt, hví eg ikki sleppi at spæla, men eg havi fingið eina frágreiðing, sum eg als ikki skilji ella við taka undir við. Eg eri sera keddur av hesari støðuni, men nú er einki annað at gera uttan at gevast, sigur Claus.
Ikki nóg góðar fyrireikingar
Claus Bech Jørgensen heldur, at fyrireikingarnar hjá føroyska landsliðnum til landsdystir eru ikki nóg góðar.
- Tað er nógv viðurskifti, sum kundu verið betri í fyrireikingunum. Eg havi eisini roynt at gjørt vart við hetta, men eg havi bara møtt mótstøðu. Eg havi spælt í Onglandi í nógv ár, og eg havi upplivað, hvussu dugnaligir venjarar fyrireika síni lið til dystir, og har hevur føroyska landsliðið nógv at læra.
- Hetta er ikki bara grenj, tí eg vil føroyska landsliðnum alt tað besta, men eg vóni, at liðið fær venjarar og leiðarar, sum hava royndir frá yrkisfótbólti, og sum kunnu fyrireika liðið betur til nar. Um tú ikki fyrireikar teg væl, so kanst tú enda í slíkari støðu sum leygardagin, har vit fingu buksirnar togaðar niður frammanfyri 50.000 áskoðarum, sigur Claus Bech Jørgensen.