ENGLAND 1. DEILD
Tað er framvegis ógreitt, hvar landsliðsspælarin, Claus Bech Jørgensen, fer at spæla eftir summarsteðgin, og tað er framvegis ógreitt, um felagið, sum hann hevur sáttmála við fram til kappingarenda, framvegis fer at spæla í næstbestu deildini, ella um teir fara at flyta eina deild niður.
Leygardagin vóru teir á odda alt seinna umfarið. Teir vóru í Plymouth, har teir løgdu seg framum í síðstu sekundunum av fyrra umfarinum. Ta leiðsluna hildu teir, inntil nøkur heilt fá sekund vóru eftir av tíðini, sum dómarin heví lagt afturat seinna hálvleiki. Tá javnaði heimaliðið.
Claus Bech Jørgensen var eykamaður hesa ferð, og hann varð settur á vøllin í 66. minutti.
Coventry venjarin, Micky Adams, segði seg vera sannførdan um, at útjavnandi málið átti at havt verið kolldømt:
- Dómarin bríkslaði ikki av, tá ið tíðin, sum hann hevði givið til kennar skuldi leggjast afturat, var farin, og harafturat var tað fríspark, áðrenn bólturin fór í málið, segði Coventry venjarin.










