Claus Bech Jørgensen spældi mikukvøld tað síðsta korterið, tá Coventry vann 2-1 á heimavølli ímóti Sheffield Wednesday.
Coventry hevur staðið seg væl á heimavølli í ár, og tann gongdin helt fram í kvøld, tá Sheffield Wednesday var á vitjan. Áleyparin Stern John legði Coventry framum beint fyri steðgin, og í 76. minutti skoraði Gary McSheffrey til 2-0 eftir fríspæling frá veteraninum Dennis Wise. Tríggjar minuttir seinni minkaði útiliðið til 2-1, men Coventry megnaði at halda fast um leiðsluna. Claus Bech Jørgensen varð settur á vøllin í 75. minutti. 20.021 fólk vóru til dystin á Ricoh Arena í Coventry í kvøld.
Coventry liggur nú á fjúrtanda plássi av teimum fýra og tjúgu liðunum í deildini.