Claus: Føroyska liðið søkti hepnið og fekk tað

(Rás2) Hoyr hondbóltsviðmerkjaran, Claus Rasmussen taka samanum føroyska avrikið ímóti Suðurkorea

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við Claus Rasmussen aftaná samrøðurnar vóru lidnar í Algeria.

 

Claus Rasmussen staðfestir aftaná 29-28 HM-sigurin ímóti Suðurkorea, at føroyska U21 landsliðið søkti hepnið í dystinum, og fekk tað í sín lut, tí teir stríddust fyri tí.

 

Claus Rasmussen heldur, at fleiri av av teimum 29 málunum hjá Føroyum vóru sera vøkur, bæði fríspælingar og skot.

 

Claus Rasmussen heldur, at bæði venjaratoymið og spælarar hava stórt rós uppiborið fyri eitt framúr gott avrik. Claus dylur ikki, sum pápi, at hann er stoltur av avrikinum hjá soninum, Teis Horn Rasmussen, sum var sjálvur kletturin í tí føroysku verjuni.