Claus er givin

Costin Dumitrescu hevur fyribils tikið við venjingini av besta mansliðnum hjá StÍF

Hondbóltur

 

Fyri tveimum vikum síðani fráboðaðu StÍF og Claus Rasmussen, at samstarvið millum partarnir ikki helt fram.

Nú boðar felagið á heimasíðu sínari frá, at avgerðin um at steðga samstarvinum er framskundað, og at Claus Rasmussen gevst her og nú.

Í hansara stað hevur StÍF fingið Costin Dumitrescu at standa á odda fyri liðnum. Costin Dumitrescu var spælandi venjari, tá StÍF vann FM-heitið í 2005, men hann flutti tá aftur til Rumenia í eina tíð. Síðani hevur tað verið við tilknýti til Tjaldur, at hann hevur virkað, men nú skal hann royna at toga avrikini hjá StÍF uppeftir.

Claus Rasmussen leiddi í fjør StÍF til silvur í bæði lands- og steypakapping, men mannfallið hevur verið stórt d hesum kappingarárinum, og hóast teir vóru væl við fyrsta partin av kappingini, so hava úrslitini sveiggjað ov nógv, til at liðið veruliga kundi gera seg galdandi.