Claus deildarstjóri hjá Würth

Claus Christensen hevur tikið við sum deildarstjóri hjá Würth í Føroyum.

Würth hevur síðan 1998 havt sølufólk í Føroyum, fyrst við einum sølumanni og í 2002 kom ein afturat. Síðan 2008 hevur Würth havt fýra sølumenn sum koyra kring alt landið. Í løtuni verða fyrireikingar gjørdar til at seta eitt sølufólk í starv afturat.


Higartil hevur leiðslan av føroyska virkseminum hjá Würth verið í Danmark, men vøksturin á føroyska marknaðinum saman við ynskinum hjá Würth um at geva kundunum eina enn betri tænastu, hevur ført við sær at avgerð er tikin um at seta ein deildarleiðara í starv í Føroyum.


Talan er um Claus Christensen, sum hevur tikið við sum deildarstjóri frá 1. februar 2010.


Stjórin hjá Würth Danmark, Sven Kristensen, sigur, at teir priotera føroyska marknaðin ógvuliga høgt. Vit hava góðar vónir til framtíðina í Føroyum og við at seta Claus Christensen sum deildarstjóra, gera vit tað lættari at taka avgerðir, og kundin fær eina enn betri tænastu.


Claus Christensen tók sína útbúgving hjá Thomas Dam amboð & maskinur í Havn. Eftir seks ár hjá Thomas Dam flutti Claus til Danmarkar, har hann arbeiddi hjá Würth í Kolding, samstundis sum hann fekk sær útbúgving sum akademiøkonomur.


Í 1998 flutti Claus heim aftur til Føroyar og bleiv tann fyrsti fasti sølumaðurin hjá Würth í Føroyum. Claus er giftur Hjørdis Thomsen úr Havn, og tey eiga trý børn.



Fakta um Würth


Würth, sum bleiv stovnað í Týsklandi í 1945, er í dag ein heimsumfatandi fyritøka við umleið 40.000 starvsfólkum kring um í heiminum. Teir hava serkunnleika í framleiðslu av t.d. hond, luft og el-amboðum, kemiskum produktum, goymsluloysnum, skrúvum og møtrikum v.m. Würth Danmark bleiv stovnað í 1964 og har starvast í dag umleið 400 fólk.


Í Føroyum serviserar Würth alla ta føroysku handverkarabransjuna hvønn gerandisdag alt árið.

Í løtuni eru fýra fólk í starvi. Eitt sølufólk áftuat verður sett í starv í vár. Würth hevur umleið 1000 kundar í Føroyum og árligi umsetningurin er upp á eina tveysiffraða milliónaupphædd.