Claus brast saman við Bowyer

Blackpool vann leygardagin dyst í næstbestu ensku fótbóltsdeildini. Blackpool spældi á heimavølli ímóti Birmingham og vann 2-0. Bæði málini hjá Blackpool vórðu skotin í fyrra hálvleiki. Fyrrverandi føroyski landsliðsspælarin Claus Bech Jørgensen spældi við í dystinum, men eitt korter fyri leiklok fekk hann reyða kortið. Útvísingin kom eftir ein samanbrest við Lee Bowyer, har Claus hevndi seg.