ONGLAND 1. DEILD
Claus Bech Jørgensen er tann av føroysku landsliðsspælarunum, sum spælir flestar dystir. Í hvussu so er tvær ferðir um vikuna eru teir í Coventry í eldinum, og tær seinastu ferðirnar hevur Claus Bech Jørgensen verið á vøllinum mest sum alla tíðina.
Leygardagin vóru Claus og liðfelagarnir í Coventry í Brighton, har úrslitið var 2-2. Coventry var á odda 1-0 í steðginum, og teir vóru eisini á odda 2-1, áðrenn heimaliðið javnaði til endaliga úrslitið.
Claus Bech Jørgensen var á vøllinum allar 90 minuttirnar, og hann var rættuliga í eldinum. Tá ið seinna umfarið var tíggju minuttir gamalt, var tað Claus, sum legði Coventry framum aftur, eftir at heimaliðið stutt frammanundan hevði javnað. Claus stútaði bóltin í netið.
Í síðstu løtu tiltuskaði Claus sær einasta gula kortið, sum Coventry fekk leygardagin.
Coventry venjarin, Micky Adams, var ikki heilt nøgdur við, at hansara menn bara fingu eitt stig burturúr. Hann helt, at teir høvdu havt stóra yvirvág í spæli, men ásannaði eisini, at tað hevði ikki verið nóg nógvur broddur í álopsspælinum.