Claus Bech nærri uppflytingini

Blackpool, sum hevur føroyska Claus Bech Jørgensen í hópinum, hevur spælt seg í finaluna um at flyta upp í næstbestu ensku fótbóltsdeildina. Blackpool spældi leygardagin seinnu Play Off hálvfinaluna ímóti Oldham, og Blackpool vann dystin 3-1. Blackpool vann eisini fyrru hálvfinaluna, og liðið kom tí víðari við einum tryggum 5-1 sigri.

Vinnur Blackpool finaluna, flyta teir upp í The Championship, ið er næstbesta deildin í Onglandi. Mótstøðuliðið í finaluni verður vinnarin av Nottingham Forest og Yeovil Town.