Claus Bech leitar framvegis

Claus Bech Jørgensen og Blackpool góvust við at samstarva í summar. Eftir hetta var hevur hann í stytri skiftum roynt seg bæði í Port Vale og Fleetwood Town, umframt at hava royndarvant við danska felagnum AC Horsens.

Teir báðar seinastu mánaðirnar hevur Claus Bech Jørgensen vant við Cheltenham í League Two í Onglandi, men sáttmáli spurdist heldur ikki burtur úr hesum.

- Í løtuni liggur alt stilt, men ein umboðsmaður arbeiðir fyri meg. Hann hevur tosað við fleiri feløg, og áhugin hevur verið har. Men støðan er óvanlig, tí hóast afturmeldingarnar frá feløgunum eru góðar, so eru pengarnir ikki til staðar, umframt at fleiri feløg ikki hava pláss fyri fleiri leikarum í hópinum, sigur Claus Bech Jørgensen við bold.dk.

 

Tískil roynir Claus Bech Jørgensen sjálvur at halda seg í venjing, men tað ger hann ikki leingi aftrat.

- Um tað ikki kemur eitt tilboð innanfyri tær næstu vikurnar, so skal eg finna upp á okkurt annað at takast við, sigur 33 ára gamli Claus Bech Jørgensen við bold.dk.

 

Seinastu 11 árini hevur hann umboðað seks feløg í teimum lægri ensku deildunum, har hann sambært bold.dk hevur spælt omanfyri 300 dystir.