Omman Elsubeth Andreasen var ættað úr Saksun. Hon flutti seinni til Svøríkis, har hon giftist við Carl Hendrik Hagelin, ið var svenskari.
Elsubeth fekk døturnar: Andrea og Thea, sum vuksu upp í Vestmanna og í Havn. Í dag eru tær báðar búsitandi í Danmark.
Andrea býr Struer í Jútlandi, hon er gift við Thorbjørn Jørgensen, tey fingu trý børn: Linda, Torben og Claus, sum nú er við á føroyska landsliðnum. Torben doyði av ferðsluvanlukku fyri nøkrum árum síðan.
Claus Bech Jørgensen hevur í enskum fótbólti leikt við Bournemouth, Bradford og Coventry. Vanliga spælir hann í øðrum borðinum á miðvøllinum, og verður hann lýstur sum ein kvikur og driblisterkur leikari við góðum máltevi. Hetta tevið hevur eisini av og á havt við sær, at venjararnir hava nýtt hann í álopspartinum, og eitt nú hevur hann eitt met í bretskum fótbólti. Hetta stavar frá tíð hansara í Bradford, har hann eitt skifti skoraði í sjey útidystum á rað, og tað hevur eingin annar leikari i enskum fótbólti megnað.