Claus Bech Jørgensen skiftir til Bradford

Hálvi føroyingurin, Claus Bech Jørgensen, hevur gjørt tvey ára sáttmála við enska 1. deildarfelagið Bradford. Claus hevur farnu tvey árini spælt í 2. deildarfelagnum Bournemouth, har hann hevur staðið seg sera væl.


Claus Bech Jørgensen er væl nøgdur við sáttmálan við Bradford, og hann er nú til reiðar at taka við nýggjari og størri avbjóðing í næstbestu ensku fótbóltsdeildini.


Claus Bech Jørgensen kann spæla á føroyska fótbóltslandsliðnum, men hann hevur ongantíð fingið fyrispurning um hetta úr Føroyum.