Claus Bech bíðar

Claus Bech Jørgensen vil fegin aftur til Danmarkar at spæla, men hetta er ikki heilt so lætt í løtuni. Danska heimasíðan bold.dk skrivar, at leikaraumboðsmaðurin hjá Claus Bech Jørgensen fyri einum mánaði síðani boðaði frá, at teir vóru í samband við fleiri SAS-liga feløg, men síðani tá er ikki nógv hent.

? Vit eru ikki komnir nærri eini avgerð enn, men tað er tí, at marknaðurin er soleiðis háttaður, sum hann er í løtuni, sigur Allan Reese, sum er leikaraumboðsmaður hjá Claus Bech Jørgensen.

Hann sigur, at feløgini hava boðað teimum frá, at tey ynskja at síggja hvat hendir á marknaðinum, áðrenn tey taka nakra avgerð.