Claus Bech Jørgensen fekk eina lítla løtu á vøllinum, tá Blackpool spældi ímóti Watford í næstbestu ensku fótbóltsdeildini um vikuskiftið. Blackpool manglaði fleiri av sínum spælarum, og tí var pláss aftur blivið fyri Claus í hópinum. Hann sæt tó á beinkinum og kom á vøllin móti endanum av dystinum. Úrslitið gjørdist 1-1, eftir at Blackpool eitt korter fyri leiklok við brotssparki javnaði leiðsluna hjá Watford.