Claus aftur eitt stig

Fyri triðju ferð endaði tað við javnleiki, tá ið Coventry royndi seg á nýggja stadion, har venjarin heldur, at tað kann gerast væl meiri lívligt, enn tað higartil hevur verið

ONGLAND 1. DEILD

Tað er ov friðarligt á Ricoh Arena, sum heitið er á nýggja stadion hjá Coventry. Hetta hevur fleiri ferðir verið at hoyrt seinastu vikurnar. Coventry venjarin Micky Adams heldur, at Claus Bech Jørgensen og liðfelagarnir hjá honum eiga størstu ábyrgdina fyri at gera nakað við hetta. Akustikkurin sigst vera góður, og tað fer ivaleyst at hoyrast, at áskoðarar eru hjástaddir, um teir fara at hava nakað at fegnast um og at fagna liðnum fyri, heldur Coventry venjarin.
Higartil hava teir spælt fýra ferðir á heimavølli í hesum kappingarárinum, og leygardagin endaði tað fyri triðju ferð javnt. Reading, sum verður roknað at verða møguligur uppflytari, vitjaði, og gestirnir løgdu seg á odda í 1. hálvleiki.
Coventry javnaði, tá ið tað restaðu fýra minuttir. Tá var Claus Bech Jørgensen farin av vøllinum. Hann var millum teir fyrstu ellivu hjá Coventry, og hann varð skiftur út, tá ið tað restaðu trettan minuttir. Tá hevði Claus tiltuskað sær gult kort.
Eftir sjey tey fyrstu umførini hevur Coventry fingið sjey stig, og á støðutalvuni eru teir eitt vet niðanfyri miðstrikuna.