Hálvi føroyingurin, Claus bech Jørgensen, hevur higartil í hesum kappingarárinum leikt við Coventry, eftir at hann annars hevur gjørt vart við seg í Bournemouth og Bradford í nøkur ár.
Men hóast skiftið var ætlað til at lyfta Claus Bech Jørgensen enn longur upp á ensku fótbóltstindarnar, so hevur hetta gingið eftir vild.
Coventry hevur langt ífrá staðið seg somikið væl, sum vónirnar annars vóru til undan kappingarárinum, og at væl umtókti venjarin, Gary McAllister, hevur biðið um farloyvi frá starvinum, tí hann vil vera meira hjá sjúku konu síni, hevur ikki betrað um støðuna í so máta.
Fyri Claus Bech Jørgensen hevur avleiðingin verið, at hann restina av hesum kappingarárinum verður aftur í Bournemouth, har enska ævintýr hansara byrjaði.
Og í fyrstu atløgu er í øllum førum líkt til, at skiftið loysti seg. Um vikuskiftið leikti Bournemouth á heimavølli móti QPR, sum er á øðrum plássi í deildini, og hendan dystin vunnu Claus og teir við einum máli móti ongum.
Bournemouth er nú á 11. plássi, men tað eru bert trý stig upp til sessirnar, sum geva atgongd til sonevndu play-off dystirnar, har seinasti uppflytarin skal finnast.