Clattenburg ger comeback

Tað verður tó ikki í Onglandi, at kendi enski dómarin skal døma.

Kendi enski dómarin, Mark Clattenburg, tekur nú floytuna framaftur, eftir at hann annars gavst at døma fyri tveimum árum síðani eftir útvið 14 ár sum dómari í Premier League.


43 ára gamli dómarin, sum eitt nú dømdi bæði Champions League-finaluna og EM-finaluna í 2016, hevur seinastu tvey árini starvast sum dómaraleiðari í fótbóltssambandinum í Saudi Arabia, men nú gongur leiðin víðari.


Mark Clattenburg ger nevniliga comeback á fótbóltsvøllinum og skal framyvir starvast sum fulltíðardómari í Kina, har hann skal leiða dystir í bestu deildini, Chinese Super League.


- Eg eri spentur upp á nýggju avbjóðingina. Kinesiska Superligan hevur ment seg týðiliga seinastu árini, og tey vilja gjarna hava, at dómarastandurin eisini mennir seg, sigur Clattenburg í samrøðu við Daily Mail.