Fyrr í ár varð bretski Jeremy Clarkson uppsagdur sum vertur á vælumtóktu, bretsku sjónvarpssendingini, Top Gear, vegna sín umstrídda atburð, har hann millum annað legði á ein av programmleiðarunum á sendingini. Umstríddi atburðurin hjá Clarkson hevur tó kanska okkurt at gera við barndóm hansara.
Í samrøðu við bretska Sunday Times fortelur Jeremy Clarkson, at hann varð eyðmýktur og happaður, tá ið hann gekk á einum kostskúla sum barn.
- Aðrir dreingir blakaðu meg í ein ísakaldan hyl, bukaðu meg og noyddu meg at sleikja vesikummur reinar. Eg bleiv eyðmýktur so nógv, at eg gjørdist eitt grátandi sjálvmorðsvrak, fortelur Clarkson.
Dreingirnir, sum skuldu eitast fyri at vera vinmenn hjá Clarkson, gjørdu seg eisini inn á fyrrverandi sjónvarpsvertin upp á aðrar mátar.
- Plátur hjá mær blivu límaðar saman, matur hjá mær varð etin av øðrum, og eg upplivdi eisini, at aðrir dreingir høvdu skitið í mín matpakka.
Jeremy Clarkson er í dag 55 ára gamal. Hann var vertur á Top Gear frá 2002 til 2015.