Jeremy Clarkson hevur verið vertur á væl umtóktu bilsendingini Top Gear síðani 1988, men nú fekk tað ein bráðan enda. Í dag komu boðini um, at BBC ikki fór at endurnýggja sáttmálan við sjónvarpsvertin, sum annars fer úr gildi hendan mánaðin.
Top Gear er heimsins best umtókta sending um bilar og hevur umleið 350 hyggjarar í 170 londum. Seinastu tíðina hevur verturin tó fleiri ferðir verið í trupulleikum.
Í mai í fjør fekk hann eina ávaring frá arbeiðsgevaranum, eftir at hann á eini videoupptøku brúkti niðurgerandi orðið nigger í eini sending. Seinni nýtti hann eisini eitt niðursetandi, rasistiskt orð um japanarar í eini aðrari sending.
10. mars varð hann burturvístur frá arbeiðsplássinum, eftir at hann hevði skeldast við og sligið ein av framleiðarunum av sendingini. Hetta var vist seinasta ósemjan í eini longri røð av ósemjum, sum til endans fekk leiðsluna í BBC at taka málið upp.