Clare fer úr sigling um ein mánaða

- Tá ið summarsesongin er av, og færri bilar verða at flyta við Norrønu, fer nýggja skipið einsamalt at taka sær av øllum flutninginum hjá felagnum, sigur Óli Hammer, stjóri á Smyril Line

Flutningur

11. september gevst Clare at sigla við farmi fyri Smyrli Line. Tá hevur felagið leigað skipið til farmaflutning í eini tvey ár ella so.
Óli Hammer, stjóri, sigur, at nýggja Norrøna fer at røkja allan flutningin í vetur, sum felagið hevur.
- Vit meta, at Norrøna hevur nóg stóran kapasitet at taka sær av øllum farminum, nú summarsesongin fer at halla, og bilarnir verða færri, sigur hann.

Gamla liggur

Herfyri ljóðaði, at Smyril Line hevði ætlanir um at seta gomlu Norrønu, sum enn liggur í Esbjerg, at sigla í vetur, samstundis sum nýggja skipið fór í aðra sigling, men hetta avsannar Óli Hammer og sigur, at einki er í hesum tíðindum.