Clara Sofie vitjar í Føroyum

Songkvinnan Clara Sofie verður hetta vikuskiftið at hoyra í Føroyum.

186 sentimetrar høga songkvinnan hevur havt stórt hitt við sanginum Når Tiden Går Baglæns. Sangin hevur spælt inn saman við Rune K, sum er dj.

Clara Sofie er cand. Mag í mentan frá Københavns Universiteti.

- Tað skelti eg ikki so nógv við. Eg havi lisið, tí tað var gott at fáa íblástur, og tá ið tað ikki er so nógv at gera við tónleikinum, er tað gott at hava Faucault at koma upp til um morgunin, sigur Clara Sofie.

Í Danmark er hon tó fyrst og fremst kend sum songkvinna, og hetta vikuskiftið kann hon upplivast í Føroyum. Hon verður at hoyra í All-in í Klaksvík og á Rex í Havn leygarkvøldið.

Fríggjakvøldið er hon gestasangari í X Factor finaluni í Danmark.