Paul Clapson spælur eisini við íslendska Afturelding í komandi kappingarári. Tað staðfestir heimasíðan hjá felagnum. Við sínum 18 málum var Clapson ein av høvuðsorsøkunum til, at tað eydnaðist felagnum at flyta upp í næstbestu deildina í fjør. Nú skal framherjin royna at halda felagnum í deildini. Paul Clapson spældi í árunum 2006 og 2007 við KÍ. Í fjør skifti hann til íslendskan fótbólt, har hann eftir farna kappingarár varð valdur til ársins leikara hjá Afturelding.