Clapson heiðraður

Paul Clapson var leygardagin heiðraður fyri sítt fram úr avrik fyri íslendska Afturelding. Fyrrverandi KÍ-framherjin átti týðandi leiklut í uppflytingini í næstbestu deildina, sum felagið tryggjaði sær um vikuskiftið. Onglendingurin var, fyrst og fremst orsaka av sínum 17 málum í hesum kappingarárinum, valdur til ársins leikara av viðhaldsfólkunum. Seinasti dysturin var leygardagin móti Víðir, og tað eydnaðist ikki Clapson at koma á máltalvuna í 3-3 javnleikinum. Tað broytir tó ikki, at Afturelding spælur í næstbestu íslendsku fótbóltsdeildini í 2009. Paul Clapson endaði á øðrum plássi yvir toppskjúttarnar í deildini.