Fyrrverandi KÍ-framherjin, Paul Clapson, stríðist í hesum døgum við at skjóta Afturelding í næstbestu íslendsku deildina. Higartil hevur gingið sum eftir ánni hjá honum persónliga, og hann er toppskjútti í deildina. Um vikuskiftið var hann aftur á blettinum, tá Afturelding á heimavølli spældi javnt 2-2 móti Volsungur. Onglendingurin skoraði til 1-0. Felagið hjá Clapson er í løtuni á øðrum plássi, 11 stig frá fyrsta plássinum.










