Í annaðkvøld skulu klaksvíkingar aftur royna seg á útivølli. Higartil hava teir vunnið tvær ferðir í Eysturoy í Runavík og í Fuglafirði. Uppgávan og avbjóðingin tykist rættuliga stór, og tað kann væl vera, at KÍ og ivaleyst mongu stuðlarnir, sum fara fyrsta betalingstúrin gjøgnum undirsjóvartunnilin í annaðkvøld, vera nøgd, um KÍ eisini eftir ferðina til Eiðis verður ósigrað.
EB/Streymur spruttar av sjálvsáliti. Eftir avsmurningin í Runavík í fimta umfari eru teir orduliga komnir fyri seg aftur. Tað boða sigur á heimavølli móti Skála og javnleikur í Gundadali móti FM vinnarunum í B36 boð um.
Á Eiði er alt fólkið tókt uttan vongverjin Ólavur Poulsen, sum nú í nakrar vikur hevur gingið við brotnum armi. Stór kapping er um fyrstu ellivu plássini. Eisini í málinum, har Gunnar á Steig støðugt pressar René Tórgarð, sum higartil hevur verið rættuliga sannførandi.
Ivi um álopsessið
Í Klaksvík kendist tað sunnudagin eftir 2. hálvleik meiri sum KÍ hevði vunnið eitt stig heldur enn, at teir høvdu tapt tvey stig. Klaksvíkingar eru framvegis ósigraðir. Um teir eisini skulu verða tað í kvøld, so skulu teir vísa betri avrik, enn teir vístu sunnudagin.
Útjavnandi málið móti HB skoraði Paul Clapson, sum er toppskjútti. Hann spældi við stórari binding um knæið. Tað var týðuligt, at alt var ikki, sum tað skuldi vera hjá honum, men kortini var tað Paul Clapson, sum syrgdi fyri, at KÍ fekk eitt stig. Tí er einki at ivast í, at Tony Paris ógvuliga fegin vil hava álopsessið á vøllin í kvøld.
Seinnu árini hevur EB/Streymur havt heilt gott tak á KÍ. Men hjá klaksvíkingum er so nógv øðrvísi nú, enn tað hevur verið fleiri tey seinastu árini.










