Clairvoyantur í Mentanarhúsinum

Í annaðkvøld er eitt heldur øðrvísi tiltak á skránni í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Her fáa luttakarar eitt nú møguleikan at fáa boð frá fólkum, sum eru farin hiðani.

 

Er eitt serstakt Clairvoyant kvøld verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í annaðkvøld.

 

Clairvoyanturin Súsanna Vígdá bjóðar inn í Mentanarhúsið, og hon er eitt nú platforms clairvoyantur.

 

-Platformsclairvoyant er ein teknikkur, sum tey nýta fyri at fáa stutt, men nágreinlig boð við tykkara kæru sum eru farin herfrá, skriva fyrireikarar á Facebook.

 

Dentur verður lagdur á, at fólk skulu hugna sær, og fáa møguleika at tosa við Súsannu um ymiskt, sum hugsað verður um.

 

Eisini fer hon at siga frá ymiskum í samband við hennara fak og starvsøkið.

 

Byrja verður kl 20:00 og enda verður kl 23:30.